- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvirðiligt við lønarmuni fyri sama arbeiði
Karina Skarð Petersen, skrivstovufólk hjá Klaksvíkar Kommunu, og Kristina Gry Berg, leiðari á kunningarstovuni í Fuglafirði, halda lítið um, at lønarmunur nú skal vera á starvsfólki hjá landinum og kommununum. Báðar eru tær álitisfólk á sínum arbeiðsplássi.
514 limir í Starvsmannafelagnum verða lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum í kommunalum høpi. Tað eru millum annað hjálparfólk á ellisheimi, skrivstovufólk, fíggjarfulltrúar, dagrøktarmammur, sløkkiliðsfólk, sosialráðgevar, tannrøktarar, arbeiðsformenn, gravarar og miðlaráðgevar.
Afturat hesum koma tey, sum verða lønt eftir sáttmálanum, men ikki eru limir í Starvsmannafelganum.
Og álitisfólkini hava eina greiða áheitan. Landsstýrismaðurin eigur at taka avgerðina aftur, so tey fáa somu løn fyri sama arbeiði.



















