19 ár og nýggjur kommunustýrislimur

bannari
19 ár og nýggjur kommunustýrislimur
19 ára gamla Herborg Gaardlykke er nýggjur kommunustýrislimur í Vága kommunu
19 ára gamla Herborg Gaardlykke gjørdist nummar fimm til kommunuvalið við 70 persónligum atkvøðum.
10.11.2020 - 22:55

Tá nýggja kommunustýrið í Vága kommunu kemur saman, verður 19 ára gamla Herborg Gaardlykke við. 

Hon er nývald í bygdaráðið í Vága kommunu við 70 persónligum atkvøðum, og so er hon einans 19 ár. 

Herborg er uppvaksin í Miðvági, og dagliga gongur hon á triðja ári á búskaparbreytini á Glasi. 

Trivnaðurin hjá teimum ungu er hjartamálið

- Eg havi satt at siga ikki biðið fólk um at atkvøða fyri mær. Tað hevur verið soleiðis, at um tey hava havt hug at atkvøtt fyri mær, so gera tey tað, og tað hevur so víst seg at eydnast, sigur Herborg. 

Hjartamálini hjá Herborg eru fyrst og fremst trivnaðurin millum tey ungu í kommununi og fleiri íbúðir í Vága kommunu. 

- Vit hava havt trupulleikar í nógv ár við trivnaðinum hjá teimum ungu í kommununi, og tað ætli mær ikki at bara at arbeiða fyri men eisini sjálv at virka fyri, sigur Herborg Gaardlykke. 

Nýggjur toppskorari í Vága kommunu

Nývaldi Bjarni E. Prior er nýggjur toppskorari í Vága kommunu. Hann hevur fingið 92 atkvøður.

Næstflestar atkvøður hevur Rósa Samuelsen fingið við 80 atkvøðum.

Nýggja kommunustýrið í Vága kommunu sær soleiðis út: 

Navn Nummar Atkvøður
1 Bjarni E. Prior 92
2 Rósa Samuelsen 80
3 Jóanis Albert Nielsen 74
4  Sólfríð Fjallsbak 73
5 Herborg Gaardlykke 70
6 Jens Gaardlykke 67
7 Ásla Leila Johansen 63
8  Albert Ólav Ellefsen 61
9 Jónhard Selfoss 60
10 Tórdis Eleina Dam Johannesen 58
11 Dagbjørn Hansen 51

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342