- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjóvarfalsorka er spennandi alternativið
Sjóvarfalsorka er spennandi alternativið
Tað er ein søguligur varði fyri SEV, nú sjóvarfalsdrekin í Vestmannasundi hevur framleitt orku inn á elnetið.
01.12.2020 - 19:40
Sjóvarfalsdrekin í Vestmannasundi framleiddi í gjár fyri fyrstu ferð sjóvarfalsorku inn á elnetið hjá SEV. Og sjóvarfalsorka kann gerast ein týðandi partur av føroysku orkuframleiðsluni í framtíðini. Talan er um eina royndaverkætlan. Og verkætlanin er eitt samstarv millum SEV, Minesto og svenska orkustýrið. Kostnaðurin er 40 milliónir krónur og helvtina rindar Horizon 2020 grunnurin hjá ES.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, vitjar sjónvarpsstovuna til samrøðu um nýggja møguleikan, sum framvegis er á menningarstigi - men kann gerast ein týðandi partur av komandi íløgunum hjá SEV, tá tøknin er til reiðar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




















