Ásla Johannesen: - Full drøn á kassan

Ásla Johannesen: - Full drøn á kassan
Føroyar spæla í dag sín seinasta dyst í undankappingini úti ímóti Norðurírlandi. Vit vilja fegnar enda við einum góðum avrikið, sigur liðskiparin
Bjarni Enghamar/FSF
01.12.2020 - 14:13

Í kvøld spælir føroyska landsliðið við kvinnum sín seinasta dyst í hesi undankappingini á útivølli móti Norðurírlandi.

Talan hevur verið um eina harða undankapping fyri føroysku kvinnurnar, sum hava tapt stórt fleiri ferðir, og ikki hava fingið nakað stig enn. 

Kortini er føroyski liskiparin, Ásla Johannsen, bjartskygd undan dystinum á Seaview Stadium í Belfast.

 - Tað er altíð deiligt, tá dystur nærkast, og nú er tað ársins síðsti dystur. So vit geva tað allarsíðsta, sum vit eiga. Tað verður full drøn á kassan, sigur Ásla Johannesen.

Norðurírland kann við sigri á Føroyum tryggja sær ein play-off dyst til endaspælið. Eydnast tað norðurírum, er tað fyrstu ferð, og tí kunnu føroysku spælararnir vænta sær eitt fullhugað mótstøðulið. 

Tá liðini hittust á Tórsvølli, vunnu norðurírar 6-0, men venjarin hjá Norðurírlandi, Kenny Shiels, ávarar ímóti, at undirmeta føroyska liðið.

 - Tær hava spælt hóast koronu, so tær ery ivaleyst væl fyri. Tær taptu stórt í teimum fyrstu undankappingardystunum, men nú eru tapini minni, sigur Shiels við BBC.

 - Føroyar eru batnaðar, og eg havi víst mínum spælarum upptøkur, sum vísa, hvussu tær hava tikið seg fram. Vit mugu vera til reiðar, sigur norðurírski venjarin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065