Pedagogfelagið fær stuðul frá Etiska Ráðnum

Pedagogfelagið fær stuðul frá Etiska Ráðnum
Í vár fekk Pedagogfelagið av at vita fyri at krevja vandaviðbót í koronatíðini. Nú fær felagið stuðul frá Etiska Ráðnum
04.12.2020 - 19:31

Nevndin í Pedagogfelagnum gekk rættiliga einsamøll í vár við kravinum um vandaviðbót. Men nú - eitt hálvt ár seinni - fær felagið óbeinleiðis stuðul frá Etiska Ráðnum.

Leiðreglurnar, sum Etiska Ráðið hevur umsett og lagt út í síðstu viku, snúgva seg um etiska handfaring av smittusjúkum. Tær eru skrivaðar til Heimsheilsustovnin longu í 2016. Har stendur millum annað, at "Tey, ið arbeiða í fremstu røð, eiga at fáa rímiliga samsýning afturfyri."

Kravið frá Pedagogfelagnum um vandaviðbót varð so illa móttikið, bæði í almenningum og millum limir í Pedagogfelagnum sjálvum, at nevndin noyddist at bakka fyri trýstinum og taka kravið um vandaviðbót aftur. 

Steðgur er komin í samráðingarnar um nýggjan sáttmála til pedagogarnar. Formaðurin í Pedagogfelagnum útihýsir ikki møguleikanum fyri at taka uppskotið um vandaviðbøtur úr ruskspannini aftur, tá samráðingarnar væntandi byrja eftir nýggjár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343