Neyðarróp um fongslaða sonin

Neyðarróp um fongslaða sonin
Hjúnini Rakul og Ásmundur Guðjónsson biðja myndugleikarnar um hjálp. Tey stúra fyri soninum, sum situr isoleraður í donskum fongsli,
18.12.2020 - 19:50

Ein føroyingur situr í hesum døgum isoleraður, 24 tímar um samdøgrið, í einum donskum fongsli. Einasta samband við umheimin er ein tími um dagin, einsamællur í einum garði, har hann kann roykja tvær sigarettir. Maðurin hevur stríðst alt sítt lív, millum annað við ADHD. Hann er ein av fleiri ungum við samansettum avbjóðingum, sum detta niðurímillum - bæði í Føroyum og Danmark.

Nú biðja foreldrini um hjálp. Hjúnini Rakul og Ásmundur Gudjónsson stúra fyri fongsulsdómda soninum, sum hevur sitið í isolatión 37 dagar. Tey biðja nú myndugleikarnar um hjálp.

Tey hava sent bræv til politikarar og ymsar myndugleikar í Føroyum og Danmark. Tey biðja um menniskjalig kor og eina framtíð fyri teirra son, tá hann hevur sitið dómin. Væl at merkja eina framtíð, sum kann vera í Føroyum.

Síðst í innslagnum er kjak í sjónvarpsstovuni millum Michael Boolsen, fúta, og Christian Andreasen, advokat og formann í Rættarnevndini hjá løgtinginum. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366