- Tíðindi, mentan og ítróttur
B36 og Dan Brimsvík byrja av nýggjum
Dan Brimsvík er farin undir sítt fyrsta heila kappingarár í B36. Og tað er ikki bara á beinkinum, at broytingar eru farnar fram.
Spælarar - profilar síðstu árini - eru farnir, meðan nýggj andlit síggjast í umklæðingarrúminum. Av sonnum ein nýggj byrjan fyri besta mansliðið hjá felagnum.
Verjuspælið undir luppinum
– B36 hevur alla mína tíð verið eitt lið, sum hevur undirhildið. Tað hevur verið eitt lið, sum tað hevur verið stuttligt at hugt at, sigur Dan Brimsvík.
Venjarin, sum seinastu árini hevur verið ungdómsvenjari í Hvidovre og Lyngby, hevur kortini greiðar ætlanir um batar. Serliga verjuspælið treingir til.
– Liðið skoraði sera nógv í fjør, men lat samstundis ov nógv mál inn. So verjuspælið var ein av veikleikunum, sigur 33 ára gamli venjarin.
B36 skjeyt næstmest mál farna kappingarár, men lat 37 mál inn. Til samanberingar lat NSÍ 26, KÍ 25 og HB 23 mál inn í fjør.
– Vit hava brúkt eitt sindur av tíð til at hyggja at, hvussu vit skulu standa á vøllinum og hvar vit vilja hava mótstøðuliðið at spæla bóltin, sigur Dan Brimsvík.
Nýggj andlit at síggja
Fleiri av stóru nøvnunum á B36-liðnum verða ikki longur at síggja í svørtum og hvítum. Hjá Michal Przybylski og Stafani Radosavljevic verður onnur hvør strípa framvegis svørt, men hinar verða HB-reyðar.
Árni Frederiksberg er farin til KÍ, meðan Sonni Ragnar Nattestad nú spælir fyri Dundalk FC.
Fleiri spælarar eru komnir í staðin, og vónað verður, at teir kunnu lyfta arvin. Ein av teimum er danski miðvallarin, Mathias Thrane.
– Vónandi kann eg vera við til at stimbra álopsspælið og spæla okkara fremstu í farligar støður, sigur danin, sum er komin úr BK Frem.
Ein annar, sum er í ár spælir í hvítum er Bjarki Nielsen, sum er komin úr grannunum, AB, av Argjum. Honum hevur B36 dyrgt eftir fyrr.
– Tá segði eg nei, takk, og valdi at taka eitt ár afturat á Argjum, sum so varð til tvey, sigur skjóti vongurin.
– Eg haldi bara, at felagið, og fótbólturin, sum man spælir her, tiltalar meg.