Inniróður: Sarita tvífaldur heimsmeistari

Inniróður: Sarita tvífaldur heimsmeistari
Sarita Kristina Hansen vann tvey heimsmeistaraheiti og sló trý persónlig met í heimsmeistarakappingini í inniróðri, sum hevur verið farnu vikuna
01.03.2021 - 18:05

Sarita Kristina Hansen hevur havt eina frálíka viku.

Rógvarin, sum síðstu árini hevur vunnið fleiri heimsmeistaraheitið, legði tvey afturat.

 - Hetta hevur verið ein fantastisk kapping fyri mítt viðkomandi, sigur hon.

 - Til allar róðrarnar havi eg sett persónligt met, og tað hevur stóran týdning, og eg vann báðar høvuðsgreinarnar hjá mær.

Hon bæði 500 og 2000 metra róðurin í lættvektsbólkinum fyri kvinnur millum 30 og 39 ár.

Tað er ikki av tilvild, at Sarita Kristina Hansen stendur seg so væl á maskinuni. Hon hevur fyrireika seg bæði væl og leingi.

 - Fyrireikingin byrjaði longu eftir HM í fjør, har eg setti mær mál um at gerast bæði skjótari og sterkari, greiðir royndi rógvarin frá.

 - Eg havi vant nógv á rógvimaskinu sjálvandi og eitt sindur á súkklu.

Hóast tað ikki eydnaðist at fáa heiðursmerki í opna bólkinum á 500 metrum, var sterki rógvarin væl nøgdur.

 - Úrslitið í dag er fínt. Eg fór eftir at rógva eina so skjóta tíð, sum gjørligt, og tað eydnaðist, sigur Sarita Kristina Hansen.




 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985