Jóan Símun: Skiftir helst felag í summar

Jóan Símun: Skiftir helst felag í summar
Føroyski landsliðsframherjin, Jóan Símun Edmundsson, skiftir helst úr Arminia Bielefeld í summar, men einki ítøkiligt liggur á borðinum enn
25.03.2021 - 13:01

Nógv bendir á, at Arminia Bielefeld ikki verður yndisfelagið hjá føroyingum nógv longri afturat.

– Sáttmálin hjá mær gongur út í summar, so tá verður tað helst okkurt annað, sigur Jóan Símun Edmundsson undan landsdystinum ímóti Moldova í kvøld.

Jóan Símun Edmundsson, arbeiðir hart í Arminia, men viðgongur, at støðan er einki serlig í løtuni.

– Hon er tann, at eg ikki spæli, og eg má bara virða, at venjarin velur aðrar frammum meg og royna at gera mítt ítasta til hvørja venjing, sigur framherjin, sum ikki hevur spælt stórvegis í fleiri mánaðir.

– Tað sær nokkso svart út, um eg skal vera heilt erligur, men tað snýr seg bara um at gera mítt allarbesta, og so vóna, at eg fái nakrar minuttir afturat, sigur Jóan Símun Edmundsson.

Toftamaðurin gleðir seg at spæla landsdyst aftur, og heldur, at tað ber til at fáa eitt gott úrslit móti Moldova í kvøld.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096