- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósemja um veðurstovu
Ósemja um veðurstovu
- Landsstýrismaðurin tekur ikki álitið fyri fult, sigur Hanus Kjølbro, sum mælir til at staðseta veðurstovuna í Havn og í Klaksvík.
16.04.2021 - 19:27
Nýggja føroyska veðurstovan skal vera á flogvøllinum í Vágum.
Tað ætlar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.
Men bólkurin, sum gjørdi álitið um nýggju føroysku veðurtænastuna, er ikki samdur.
Hanus Kjølbro, sum er veðurkønur og hevur verið við til at skriva álitið, heldur ikki, at landsstýrismaðurin tekur álitið fyri fult.
Bólkurin vil hava nýggju veðurtænastuna at vera eina deild hjá VØRN í Havn við einari vaktstovu á Sjónámi í Klaksvík.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV