Heldur heima enn á dagstovn

Heldur heima enn á dagstovn
Louisa Restorff Jacobsen er ein av foreldrunum, sum hevur tikið avleiðingarnar av vánaligu umstøðunum á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu.
Louise Restorff Jacobsen
10.05.2021 - 19:58

Foreldur at børnum, sum ganga á Miðstovninum í Havn eru ørkymlað um støðuna á stovninum. Sambært foreldrunum mangla bæði starvsfólk og játtan - og sum steinur oman á byrðu hevur leiðarin sagt seg úr starvi.

Sambært Búskaparráðnum mangla 89 fulltíðar starvsfólk á barnamenningar-økinum í Tórshavnar Kommunu, bara fyri at halda normeringina. Kommunan er tó ikki samd í, at tørvurin er so stórur. Eisini ásetir dagstovnalógin, at tveir triðingar av starvsfólkunum á dagstovnum skulu vera námsfrøðingar, og í mesta lagi ein triðingur hjálparfólk. Í dag er støðan júst tann øvugta.

Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, og Ruth Vang, býráðslimur fyri Framsókn íTórshavnar Kommunu, vóru gestir í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Mikudag 18. november
Heilsuhornið
216597
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470