Noyðast av landinum at fáa hjálp

Noyðast av landinum at fáa hjálp
Bíðilistin hjá børnum at sleppa fram at á Psykiatriska deplinum er nú so langur, at foreldur gjalda fyri at fáa børn útgreina uttanlands.
20.05.2021 - 19:36

Ein teirra er Finnbjørg Nattestad, sum ikki vil bíða longur.

Hon óttast, at tað kann gera óbótaligan skaða á skjótt 15 ára gomlu dóttrina, um dótturin skal bíða í 15 mánaðir, áðrenn hon kann fáa hjálp.

Fleiri ávísingar

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, hevur svarað skrivligum fyrispurningi frá tingkvinnuni Sirið Stenberg um bíðitíðina.

Hann sigur, at høvuðsorsøkin er, at munandi fleiri børn og ung verða nú ávíst til útgreiningar og viðgerð.

Fyrraárið vóru 183 ávísingar, í fjør vóru 306.

Landsstýrismaðurin sigur, at fyri at fáa bilbugt við bíðilistan, verður neyðugt at fáa størri starvsfólkaorku til tann vaksandi tørvin.

Mæla frá privatum loysnum

Í ADHD-felagnum vita tey um fólk, sum spyrja eftir privatari hjálp, tí tað almenna røkkur ikki til.

Sum útgangsstøði mælir felagið frá tí.

Tað hevði verið betur, um tað almenna megnar at lofta stóra eftirspurninginum.

Almenna bíðitíðin er alt ov long, og tað eiga vit at gera nakað við, sigur forkvinnan Bjørg Dam. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860