Søguliga høg makrelkvota

Søguliga høg makrelkvota
Makrelfiskiskapurin í Norðuratlantshavi verður 142% av tí, sum mett verður burðardygt. Føroyska kvotan verður 167.000 tons næsta ár
01.06.2021 - 20:01

Makrelfiskiskapurin verður 42 prosent hægri í ár, enn mett verður burðardygt at fiska. Tað er avleiðingin, nú londini í Norðuratlantshavi ikki semjast um fiskiskapin og í staðin áseta sær sínar egnu kvotur. Føroyska makrelkvotan verður heili 167.000 tons, sum er tað mesta nakrantíð.

Í desember í fjør var mest loyvd veiða, MLV, ásett til 852.000 tons. Men tá avtornar verða fiskað 350.000 tons afturat.

Fiskast skulu 1,2 milliónir tons av makreli í ár. Býtið millum londini verður hetta:

  • Bretland: 26,08%, svarandi til 222.288 tons
  • ES: 23,24%, svarandi til 198.063 tons
  • Norra: 35%, svarandi til  298.299 tons
  • Føroyar: 19,6%, svarandi til 167.048 tons
  • Grønland: 7,04%, svarandi til 60.000 tons
  • Ísland:  16,5%, svarandi til 140.627 tons
  • Russland: 14,3%, svarandi til 120.423 tons

Prosentparturin er í mun til mest loyvdu veiðuna, MLV, á 852.284 tons, sum mett varð burðardygt at fiska í eini felags semju í desember fjør. 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, vóru gestir í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400