Klaksvíkingur vá á Orminum

Klaksvíkingur vá á Orminum
Spenningur var, um unga manningin á Klaksvíkingi fór at gera nakað við Ormin Langa, sum hevur verið einaráðandi hjá 10-mannaførunum seinastu árini
14.06.2021 - 11:59

Stórur spenningur var undan 10-mannafarsróðrinum leygardagin.

Ormurin Langi hevur verið mestsum einaráðandi í fleiri ár, og luttøkan hjá størstu bátunum hevur ikki verið hin besta.

Tað er hon heldur ikki í ár - bert trý 10-mannafør eru við - men Klaksvíkingur er aftur mannaður og hevur meldað greitt út, at hann fer eftir FM-heitinum.

Manningin á hvíta bátinum fekk eisini best hugsandi byrjanina. Kalskvíkingur vann nevniliga greitt á Orminum og Havnarbátinum, sum endaði á triðja plássi.

 - Eg havi verið burturfrá hesum í seks ár, og helt, at tílíkt hvarv við tíðini, men tað hevur verið fjáltur á mær í dag, so tað var forloysandi, at tað skuldi ganga so væl, segði Magnus Norðberg á Klaksvíkingi.

 

10-MANNAFAR

Navn Nr. Tið Stig Gult Reytt
Klaksvíkingur 1 04:44.33 7 0 0
Ormurin Langi - RK 2 04:49.31 6 0 0
Havnarbáturin 3 05:00.39 5 0 0
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158