Páll Fangi tók Sundabátin

Páll Fangi tók Sundabátin
Tað varð tvídystur millum tveir bátar úr norðoyggjum, tá Páll Fangi úr Klaksvík vann á Sundabátinum, sum hevði vunnið ársins fyrsta FM-róður á fjarðastevnu
21.06.2021 - 09:58

Sundabáturin fekk góða byrjan upp á kappróðrarárið, tá hann vann ársins fyrsta FM-róður á fjarðastevnu fyri viku síðan. 

Tað ferðina vóru fýra sekund niður til Páll Fanga á 2. plássi, og báturin úr Klaksvík lat ikki søguna endurtaka seg í Runavík leygardagin.

 - Vit høvdu ræðuliga góðar vónir til hendan róðurin. Vit hava vant hart, og tíðirnar hava verið góðar til venjing, sigur Símun Heinesen av Páll Fanga.

Vónirnar gjørdust eisini til úrslit, tí Páll Fangi vann róðurin, tvey sekund frammanfyri Sundabátin. 

 - Nú hava teir flestu av okkum róð í trý ár, og hini bæði árini eru vit blivnir nummar trý í FM, so nú ætla vit at verða nummar eitt, sigur Símun Heinesen.

6-MANNAFAR MENN

Nr. Bátanavn Tíð Stig Gult K. Reytt K.
1 Páll Fangi 05:08.33 7 0 0
2 Sundabáturin 05:10.07 6 0 0
3 Smyril 05:15.32 5 0 0
4 Strálan 05:21.05 4 0 0
5 Gongurólvur 05:21.28 3 0 0
6 Hósvikingur 05:21.42 2 0 0
7 Víkingur 05:22.29 1 0 0
8 Hvessingur 05:26.23 0 0 0
9 Romvlvs 05:38.47 0 0 0
10 Herningur dns 0 0 0
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985