Stórt trýst á ALS

Stórt trýst á ALS
ALS hevur trupult við at útvega arbeiðsmegi til svangu arbeiðsgevararnar. Men hóast hákonjunktur hevur landskassin hall. Og tað er ikki haldbart, sigur búskaparfrøðingur
13.09.2021 - 20:05

-Tørvurin á arbeiðsmegi merkist í flestu vinnunum í Føroyum. ì løtuni koma færri fólk inn í arbeiðsloysisskipanina enn fólk, sum fara úr aftur skipanini, sigur Høgni í Stórustovu, deildarleiðari hjá ALS. 

Við seinasta útgjald fingu 230 fólk arbeiðsloysisstuðul. Tað er tað sama sum hesa tíðina í 2019. Og ALS væntar at talið fer framhaldandi at lækka, sigur Høgni í Stórustovu.

Sjálvt um arbeiði er til allar hendur - so renna framvegis fleiri krónur úr landskassanum enn í landskassan. Landsstýrið roknar við undirskoti, bæði í ár og aftur næsta ár. 

-Tað er ikki haldbart at hava undirskot í eini tíð við stórum hákonjunkturi, sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og limur í Búskaparráðnum.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Vágskálin: Frá Jóannesi bónda til Frú S
216535
Mikudag 18. november
Skratsj 18. nov. 2026
216628
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Mannakor og korona 1:4
216604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470