Síðsti kjansur á Tórsvølli

Síðsti kjansur á Tórsvølli
Teir kenna skotsku hóttanina úr vinstru síðu, men ætla sær eisini at leypa á, tí hetta er síðsti kjansur hjá føroyska liðnum at gera tað óvæntaða á Tórsvølli í hesum sinni
Hans Erik Danielsen/FSF
11.10.2021 - 20:23

Tvær ferðir hava Føroyar tikið stig frá skotum á heimavølli. 

Javnleikirnir í 1999 og í 2002 vórðu spældir á Svangaskarði, men nú vilja spælararnir á føroyska fótbóltslandsliðnum við monnum, at søgan skal endurtaka seg á Tórsvølli.

Og yskvøldið er síðsti kjansur á heimavølli í hesi undankappingini.

 - Stuðulin hevur verið heilt fantastiskur, og eg haldi, at vit skylda teimum eitt mál í hvussu er, sigur liðskiparin, Hallur Hansson.

 - Vit vita, at tað verður torført, teir eru undir trýsti og skulu vinna, men hetta er okkara síðsti heimadystur á Tórsvølli í hesari kappingini, so tað verður við fullari skrúvu í morgin, sigur Gilli Rólantsson.

Í mars taptu Føroyar 4-0 á Hampden Park í einum dysti, har vinstra síðan hjá Skotlandi við Kieran Tierney og Andy Robertson var ein støðug hóttan. Sum høgri bakkur í tí dystinum - og helst aftur í morgin - er Gilli Rólantsson greiður yvir uppgávuna.

 - Øll kenna jú Robertson og Tierney, hvussu teir skifta, yvirlapp, innlegg og tempo, so vit mugu vera klárir upp á tað, sum teir koma við, men samstundis skulu vit ikki bara standa og taka ímóti, sigur høgri bakkurin.

 - Vit skulu kanska gerdera okkum meir, og fáa eitt sindur meir fólk yvir í teirra vinstru síðu, tí tað er jú ein av heimsins bestu vinstru bakkum, sum spælir har, sigur Ári Mohr Jónsson, sum fekk kjansin frá byrjan ímóti Eysturríki.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985