- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brellbiti: Børnini flokkast um Gimma í bussinum
Hvønn gerandisdag kl. 13.00 tekur 93 ára gamli Gimme Hansen býarbussin av Signabø til Steinatún í Havn.
Fá ferðafólk plaga at vera í bussinum á fyrsta teigin; men tá bussurin kemur til Hoyvíkar koma fleiri skúlabørn upp í.
Og tá er kapping um at sleppa at sita við síðuna av Gimma.
Tí børnini elska Gimma. Og Gimmi elskar børnini.
Húsini brunnu í grund
Tað lá annars ikki í kortunum, at Gimmi skuldi koyra býarbuss í Havnini á gamalsaldri.
Hann hevur búð meginpartin av lívinum í Rituvík, har hann bygdi sær hús.
Men fyri seks árum síðani brunnu húsini niður í grund.
Við eitt fór lívsverkið upp í royk.
Gimmi er nú fluttur inn í kjallaran hjá soninum í Signabø, har hann tekur bussin hvønn fyrrapart til Havnar.
Í býarlívinum hevurhann fingið nýtt lív og nýggjar vinir.
Kringvarpið fylgdi honum ein summardag í juni í fjør.
Úrslitið er ein sending, sum verður send í sjónvarpinum í kvøld eftir Dag og Viku.