Løgmálaráðið hevur ikki gjørt sítt arbeiði

Løgmálaráðið hevur ikki gjørt sítt arbeiði
Ein minniluti í nývalda býráðnum í Sunda kommunu fekk ikki viðhald í eini kæru til Kommunala eftirlitið
 
30.12.2024 - 18:40

Ein minniluti í nývalda býráðnum í Sunda kommunu fekk ikki viðhald í eini kæru til Kommunala eftirlitið um, at skipanarfundurin hjá nýggja býráðnum ikki varð hildin eftir røttum forskriftum.

Rógvi Nybo, býráðslimur í Sunda kommunu og tveir aðrir býráðslimir, Jógvan Kruse og Trygvi Kallsoy, kærdu til Kommunala eftirlitið um fyrsta skipanarfundin hjá nývalda býráðnum í Sunda kommunu.

Fundurin, sum varð hildin 14. november - tveir dagar eftir kommunuvalið - var sambært kærarunum ikki almennur, tí hann var ikki lýstur, og harumframt var hann innkallaður við alt ov stuttari freist.

Tollaksmessudag, 23. desember, svaraði Kommunala Eftirlitið kæruni. Kommunala Eftirlitið staðfestir, at fundurin var almennur, tí einki stendur viðmerkt í gerðabókunum um, at fundurin var fyri afturlætnum hurðum. Kommunala Eftirlitið sigur eisini, at tað sambært viðmerkingunum til grein 13, stk. 1 í kommunustýrislógini er hóskiligt at innkalla til fundir við eini ikki ov stuttari tíðarfreist, men at av tí at hetta bert er ein vegleiðandi áseting, hevur Kommunala Eftirlitið ikki aðrar viðmerkingar til, at fundurin varð innkallaður við stuttari freist.

Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum

1717229

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572