10 kvinnur hava meldað ein massør

10 kvinnur hava meldað ein massør
10 kvinnur hava meldað eina massaguklinikk í Havn fyri ónærisligan atburð
07.01.2022 - 19:13

Maðurin aftan fyri fyritøkuna Body EZE sigur í viðmerking, at hann er sera harmur um, at onkur hevur upplivað viðgerðina sum at fara um mark.

Hann sigur seg ikki hava fingið smálutirnar um skuldsetingarnar og hevur tí torført við at fyrihalda seg til málini í løtuni. Hann sigur eisini, at hann hevur broytt viðgerðirnar, síðan kvinnurnar meldaðu í september í fjør. 

Tað er Landslæknaembætið, sum hevur eftirlit við góðkendum heilsustarvsfólkum á umleið 20 fakøkjum.

Tað eru eitt nú fysioterapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar, læknar o.s.fr., men Lars Fodgaard Møller sigur, at Landslæknaembætið hevur ikki eftirlit við ikki-góðkendum fólkum, sum geva viðgerðir av ymsum slagi.

Og tá talan í hesum førum er um eina ikki góðkenda viðgerð, so er hon heldur ikki undir eftirliti. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424