Verða neyvan færri enn 400 áskoðarar

Verða neyvan færri enn 400 áskoðarar
Hondbóltssambandið hevur selt 400 atgongumerki til HM-dystirnar komandi vikuskiftið, og tey sleppa væntandi øll at hyggja. Tað sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF
10.01.2022 - 20:32

Korona órógvar aftur ítróttin, og sostatt eisini HM-undankappingina hjá hondbóltslandsliðnum við monnum, sum byrjar fríggjadagin.

Tilmælið hevur verið, at í mesta lagi 100 fólk við koronupassi savnast innandura, men koronupassið er ikki longur galdandi. 

Hondbóltssambandið seldið 400 atgongumerki, áðrenn koronustøðan versnaði seint í fjør, og sambært forkvinnuni í HSF er sannlíkt at tey, sum longu hava keypt atgongumerki, sleppa í høllina á Hálsi at síggja dystirnar.

 - Vit hava ikki tikið endaliga støðu enn, og viðurskiftini broytast nokkso skjótt, so vit eru ikki komin á mál við tí, sigur Gunn Ellefsen.

 - Men vit hava so selt 400 atgongumerki, og vit hava vanligt umleið 200 fólk, sum eru stuðlar og hjálparfólk hjá HSF. Tær seinastu ferðirnar, vit hava havt tiltøk, hava vit býtt høllina upp í trý, har 200 hava verið í hvørjum øki, og sum nú er vænti eg, at vit halda fast við tað, sigur forkvinnan, men leggur afturat, at um broytingar koma kunnu fleiri atgongumerki verða sett til sølu.

Hon sigur, at HSF ikki hevur tosað við heilsumyndugleikarnar, men hava somikið nógvar royndir frá undanfarnum dystum, sum koma teimum til góðar nú.

Gunn Ellefsen sigur, at tey umhugsa maskukrav, tá fólk ganga inn, til tey eru komin upp á pláss, men at einki er avgjørt enn.

Tað, sum tykist verða rættiliga vist, er, at minst 400 áskoðarar sleppa í høllina og kanska fleiri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904