VIDEO: Tað er stórur munur á einum sivilum radara og einum loftverjuradara

VIDEO: Tað er stórur munur á einum sivilum radara og einum loftverjuradara
Tað nyttar einki at seta ein sivilan føroyskan radara upp á Sornfelli, tí ein sovornan radara fær NATO einki gagn av, sigur sjálvstøðugur verjuserfrøðingur
Gestur Lómstein
Hans Peter Michaelsen er sjálvstøðugur verjuserfrøðingur og fyrrverandi verjuserfrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn
17.02.2022 - 15:20

Hans Peter Michaelsen er sjálvstøðugur verjuserfrøðingur og fyrrverandi verjuserfrøðingur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Hann hevur 41 ára royndir í danska herinum, harímillum á gomlu radarstøðini á Sornfelli. 

Hans Peter Michaelsen staðfestir, at tað gevur onga meining um at tosa um at seta ein sivilan, føroyskan radara upp á Sornfelli.

"Tað er stórur munur á einum sivilum radara og einum loftverjuradara," sigur Hans Peter Michaelsen. 

Evniskvøld um radaramálið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, situr í løtuni og skrivar svar til donsku stjórnina, sum ætlar at byggja radaran á Sornfellil.

Málið hevur fingið drúgva viðgerð í uttanlandsnevndini og nógva politiska miðlaumrøðu.

Í kvøld fer Dagur og vika at viðgera málið eitt sindur øðrvísi.

Tað eru danir, ið vilja byggja radaran eftir ynski frá NATO.

Tí hava vit valt at lýsa málið við støði í donskum serfrøðingakeldum. 

 

Dagur og vika
Í kvøld
Evniskvøld um radaramálið
Kl. 19.00

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083