VIDEO: Ein sjálvfylgja, at NATO vil hava ein radara á Sornfelli

VIDEO: Ein sjálvfylgja, at NATO vil hava ein radara á Sornfelli
Russland setir radarar upp heilt frá Kina til Noregi, tí teir vilja síggja, hvat gongur fyri seg. NATO vil sjálvsagt tað sama, sigur lektari á forsvarsakademinum
Gestur Lómstein
Peter Viggo Jakobsen er lektari á danska forsvarsakademinum og professari á Synddansk Univeristet
17.02.2022 - 15:20

Peter Viggo Jakobsen er lektari á danska forsvarsakademinum og professari á Synddansk Univeristet.

Stategi og verja eru hansara serøki.

Hann er eisini rithøvundur og luttekur nógv í almenna kjakinum.

Í hansara hugaheimi er tað nærmast ein sjálvfylgja, at NATO ynskir ein loftverjuradara á Sornfelli.

 

Evniskvøld um radaramálið

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, situr í løtuni og skrivar svar til donsku stjórnina, sum ætlar at byggja radaran.

Málið hevur fingið drúgva viðgerð í uttanlandsnevndini og nógva politiska miðlaumrøðu.

Í kvøld fer Dagur og vika at viðgera málið eitt sindur øðrvísi.

Tað eru danir, ið vilja byggja radaran eftir ynski frá NATO.

Tí hava vit valt at lýsa málið við støði í donskum serfrøðingakeldum.

 

Dagur og vika
Í kvøld
Evniskvøld um radaramálið
Kl. 19.00

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860