Gekkurin 25 ár: Gøturnar vóru manntómar

Gekkurin 25 ár: Gøturnar vóru manntómar
VIDEO: Undirtøkan fyri Gekkinum var ómetaliga stór longu frá fyrsta degi. Fyrstu mongu mánaðirnar táttaði sølan í 25.000 seðlar um vikuna
22.02.2022 - 13:11

- Um tú ikki spældi Gekk, so hugdi tú eftir Gekkinum.

Tað sigur Rudolf Joensen, sum var fyrsti gekkaverturin.

Í nógv ár var hann ímyndin av bingospælinum. Rudolf var vertur at kalla hvørja viku frá 21. februar í 1997 og átta ár fram. 

 

Hvørja viku ein suðuroyingur

Rudolf minnist, at tað hvørja viku var ein gekkavinnari úr Suðuroy, men tað gingu fleiri vikur, áðrenn tað fyrstu ferð var ein vinnari úr Vágum.

- Søgur fóru at ganga um, at tað m.a. var ein knútur á telefonkaðalinum til Vágar, og fólk ringdu eisini til mín at siga, at okkurt mátti vera galið, sigur hann brosandi. 

 

Gekka Rudolf

Sjálvur fekk Rudolf Joensen heitið Gekka Rudolf. 

- Tað var eitt sindur skelkandi, at so stórur áhugi var um mín persón. Bindiklubbar ringdu og vildu vera við, at eg var í familju við onkra teirra. 

Hoyr bæði Rudolf Joensen og Trónd Djurhuus, táverandi sjónvarpsstjóra, greiða frá, hvussu fyrsta tíðin var, og hví farið varð undir gekkaspælið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458