Skulu læra seg at spæla uttan Brand

Skulu læra seg at spæla uttan Brand
Mads Boe Mikkelsen er nýggjur á fótbóltslandsliðnum við monnum, sum skal á venjingarlegu at laga spælið til, tí spælskiparin, Brandur Hendriksson Olsen, er langtíðarskaddur
14.03.2022 - 20:24

Håkan Ericson og fótbóltslandsliðið við monnum skulu í næstum á venjingarlegu í suðurspania, har dystir ímóti Gibraltar og Liktinstein eru á skránni. 

Fyri kortum frættist, at spælskiparin og kanska besti spælarin hjá Føroyum í fjør, Brandur Hendriksson Olsen, hevði fingið knæskaða, sum hevur við sær, at hann ikki verður á síggja á vøllinum í ár.

Eisini Jóan Simun Edmundsson stríðist við skaða, og tí má spælið í komandi Nations League-kappingini lagast til nýggju umstøðurnar, sigur venjarin, Håkan Ericson.

 - Tað kom sum ein skelkur, tá eg frætti um skaðan hjá Brandi, viðgongur landsliðsvenjarin. 

 - Vit hava havt ambitiónir um, at vit í Nations League skulu hava bóltin meir, og tað vóni eg framvegis fer at bera til, men tað verður truplari, uttan slíkar spælarar. Tí mugu vit finna aðrar hættir, sum kanska ganga skjótari, sigur Håkan Ericson.

Mads Boe Mikkelsen fyri fyrstu ferð

Við á tíðindafundinum mánadagin var Mads Boe Mikkelsen úr KÍ, sum er við á landsliðnum fyri fyrstu ferð. 

 - Eg havi fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, og eri skaðafríur í løtuni. Teir hava hugt at mær fyrr, og hesa ferð slapp eg við, og tað eri eg glaður fyri, sigur Mads Boe Mikkelsen, sum er hálvur føroyingur, uppvaksin í Aarhus.

 - Hann hevur altjóða stig bæði við og uttan bólt og dugir væl at reka ígjøgnum keturnar hjá mótstøðuliðnum. Vit hava hugt at honum síðan síðsta heyst, men skaðar hava gjørt, at hann ikki hevur verið tikin út fyrr, sigur landsliðsvenjarin.

Landsliðið fer á venjingarlegu í suðurspania 21. mars. Dystirnir ímóti Gibraltar og Liktinstein verða á skránni ávíkavist 26. og 29. mars.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523