Niels Áki og Anna Kristina vunnu FM í vektlyfting

Niels Áki og Anna Kristina vunnu FM í vektlyfting
Niels Áki Mørk og Anna Kristina Norðberg Niclasen vunnu føroyameistaraheitið í olympiskari vektlyfting, sum var í Finsen um vikuskiftið
21.03.2022 - 17:28

Niels Áki Mørk og Anna Kristina Norðberg Niclasen vunnu føroyameistaraheitið í olympiskari vektlyfting um vikuskiftið.

Kappast varð í greinunum trekk og stoyt og eftir sinclair-stiganum - lyft í mun til kroppsvekt. 

Niels Áki Mørk vann í harðari kapping við Pól Hendrik Andreassen og Leif í Bøgarði. 

Evnaríki ungi lyftarin lyfti 93 kilo í trekk og 112 kilo í stoyt; bæði eru føroyskt met í 67kg-flokkinum.

Niels Áki Mørk vann við 282.092 sinclair-stigum, meðan Pól Hendrikur Andreassen fekk annað plássið við 281.304.

Harafturat varð Niels Áki Mørk tikin út til Norðurlendsku meistarakappingina, sum verður seinni í ár.

Anna Kristina sannførandi

Anna Kristina Norðberg Niclasen úr Burn Athletics var sannførandi hjá kvinnunum.

34 ára gamli lyftarin lyftir 74 kilo í trekk og 97 kilo í stoyt. Nummar tvey er Jenny Persson úr Styrkifelagnum Stoyt.

Áhugin fyri lyfting tykist vera vaksandi, serliga hjá kvinnum. Í ár lyftu níggju kvinnur í mun til tríggjar í fjør og tvær í 2020.


Niels Áki Mørk í essinum, tá FM í olympiskari vektlyfting var í Finsen um vikuskiftið
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155