Frágreiðing send fáar dagar áðrenn stjóraskifti

Frágreiðing send fáar dagar áðrenn stjóraskifti
Gjaldstovan sendi Fíggjarmálaráðnum frágreiðing um nógv umrøddu bíleggingarskipanina hjá Strandferðsluni bert fáar dagar áðrenn stjórin fór úr starvi.
21.04.2022 - 17:15

Fyri 14 døgum síðani fór ein teldupostur frá Gjaldstovuni til Fíggjarmálaráðið. Í teldupostinum var ein frágreiðing um nógv umrøddu bíleggingarskipanina hjá Strandferðsluni. 

Bíleggingarskipanin hevur verið nógv umrødd seinastu mánaðirnar, og fleiri ivasomu viðurskiftini um hesa bíleggingarskipan eru komin undan kavi. Eitt nú fór kostnaðurin av skipanini nógvar milliónir uppum ætlaða kostnaðin. Eingin sáttmáli var millum Strandferðsluna og fyritøkuna, sum ger skipanina. Arbeiðið at gera skipanina varð ikki boðin út alment og Strandferðslan keypti arbeiðið frá einari fyritøku, sum eingin starvsfólk hevur sambært almenna rokniskapinum.

Arbeiðið við bíleggingarskipanini hevur fingið atfinningarnar at regna innyvir Strandferðsluna. Eitt nú frá Landsgrannskoðanini, Løgtings grannskoðarunum og fíggjarnevndini hjá løgtinginum. 

Arbeiðið við bíleggingarskipanini bleiv tí steðgað í fjør summar, og síðani hevur Strandferðslan ikki goldið rokningarnar frá fyritøkuni, sum ger skipanina - við tí úrsliti, at ógoldnar rokningar fyri smaár 2 milliónir liggja millum partarnar. Undanfarni landsstýrismaðurin í fíggjarmálum bað Gjaldstovuna um hjálp. Gjaldstovan fekk boð um at gera eina frágreiðing um málið, hvat skal til fyri at fáa skipanina lidna, og hvat endaligi kostnaðurin av skipanini er mettur at vera. 

Frágreiðingin frá Gjaldstovuni var send landsstýrinum fyri 14 døgum síðani. Og nakrar dagar seinni komu boðini um, at Strandferðslan skal hava nýggjan stjóra. 

Stóri spurningurin er, hevur hendan langa sagain um bíleggingarskipanina nakað við brádliga stjóraskifti at gera. Fráfarandi stjórin sigur nei, men vil ikki greiða frá nakrari ítøkiligari orsøk aftanfyri brádliga stjóraskifti. 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil ikki greiða frá, hvat stendur í frágreiðingini. 

Uni Rasmussen vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag, men hann sigur í stuttari viðmerking, at nú skal frágreiðingin viðgerðast saman við Strandferðsluni, og næst á skránni er at finna stundir til tað. Fíggjarmálaráðið vil ikki lata alment innlit í frágreiðingina enn. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532