Avmarkað heimild fyri revsitiltøkum

bannari
Avmarkað heimild fyri revsitiltøkum
Samgongumeirilutin í uttanlandsnevndini vil ikki geva landsstýrismanninum í uttanríkismálum allar tær heimildirnar fyri revistiltøkum móti Russlandi, sum hann hevur biðið um
03.05.2022 - 18:12

Seinastu dagarnar hava tey flýggjað undan húsaleivdunum í ukrainska havnabýnum, Mariupol.

Og í gjár varð hesin skúlin í Lysychansk sorlaður sundur av russiska herinum.

Tað eru nú 68 dagar síðani, at russiska hersetingin av Ukraina byrjaði.

Í Føroyum er løgtingið komið til aðru viðgerð av spurninginum um at geva landsstýrinum heimild at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi.

Uttanlandsnevndin var liðug at viðgera málið í gjár. Samgongumeirilutin har vil IKKI geva landsstýrinsmanninum allar tær ynsktu heimildirnar. Handilssamstarvið má ikki steðga, og vit skulu ikki forða russiskum skipum at koma í Føroyska havn, eru boðini.

Fríggjadagin í farnu viku skrivaði Jaspur Langaard úr Sambandsflokkinum hesa greinina, har hann mælti til at banna øllum russiskum skipum at koma í føroyska havn. Jaspur Langaard er limur í uttanlandsnevndini, og í dag er hann saman við tí meirilutanum, ið vil avmarka heimildirnar hjá landsstýrismanninum.

Tað er Fólkaflokkurin við Jacobi Vestergaard á odda, ið hevur verið ímóti at geva landsstýrismanninum heimildirnar at seta revsitiltøk í verk. Hansara støða er, at tiltøkini hjá ES kortini onki hava við føroysk viðurskifti at gera. Og so heldur hann, at Føroyar ikki eiga at leggja seg út í stríðið. Jacob Vestergaard vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið.

Andstøðan í uttanlandsnevndini - Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn - stuðla uppskotinum hjá landsstýrismanninum og mæla til, at hann fær allar heimildirnar.

Og tað, at tað nú beinleiðis er niðurfelt á pappír, at landsstýrismaðurin IKKI fær hesa heimild, kann fara at skaða føroyska umdømið, heldur andstøðan.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604