Stríðast fyri hjálp til Marius

Stríðast fyri hjálp til Marius
-Vit kenna okkum bæði kroyst og strongd av støðuni, sigur Durita Kastalag, mamma 13 ára gamla Marius, sum bæði hevur autismu og menningartarn.
16.06.2022 - 17:31

Leygardagin fekk Durita Kastalag boð frá Almannaverkinum um at frítíðartilboðið til 13 ára gamla sonin Marius verður skert næstu vikurnar. Starvsfólk á stovninum eru sjúkraskrivað, og eingin er at seta í teirra stað.

Marius hevur bæði autismu og menningartarn, og sambært mammu hansara hevur hann tørv á strukturi og tryggum kørmum. Frítíðarskúlin hjá Mariusi er í einum stovni hjá Almannaverkinum, sum heldur til í einum sethúsum í Ovarugøtu 46 í Hoyvik

Durita Kastalag eftirlýsir eitt heildartilboð, sum knýtir skúla og frítíðartilboð saman og tryggjar Mariusi tryggleika í gerandisdegnum.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, vitjaði í sjónvarpsstovuni.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094