Jóhannes og Kristoffur aftur til røturnar

Jóhannes og Kristoffur aftur til røturnar
Brøðurnir Jóhannes og Kristoffur Bjørgvin, sum frá barnsbeini hava spælt Neistanum og Kyndli, ganga nú í sporunum hjá pápanum, Haraldi, sum leingi var stuðulsspælari hjá VÍF
12.09.2022 - 19:00

Brøðurnir Jóhannes og Kristoffur Bjørgvin hava spælt hondbólt í hvør sínum havnarfelag frá barnsbeini.

Jóhannes í Neistanum og Kristoffur í Kyndli.

Nú eru teir í felag farnir aftur til røturnar. Í ár spæla báðir tveir í VÍF, har pápin, Harald Bjørgvin, í nógv ár taldist millum stuðulsspælararnar.

 - Agnar Joensen, sum eisini spældi í VÍF í nógv ár, ringdi í fjør og spurdi, um vit ikki høvdu hug at koma til Vestmanna at spæla, og vit valdu at taka av, sigur hin eldri av beiggjunum, Jóhannes Bjørgvin.

Tað var ikki ein løtt avgerð.

 - Vit hugsaðu leingi um tað og komu til ta niðurstøðuna, at tað var best at royna okkurt nýtt, sigur Kristoffur Bjørgvin, sum nú fyri fyrstu ferð er á sama liði sum beiggin.

Jóhannes Bjørgvin er vongur, meðan Kristoffur er farin av vonginum og út á bakpássini at spæla.

Hvussu er at spæla saman við stórabeiggja?

 - Tað er stuttligt. Skikkar hann sær illa, kann mann altíð lata vera við at geva honum bóltarnar, sso hann skal ansa sær, sigur Kristoffur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025