Keðiligt punktum á heimavølli

Keðiligt punktum á heimavølli
Undankappingin hjá flogbóltslandsliðnum við kvinnum endaði við vónbroti á heimavølli ímóti Kroatia, men nógv er komið burturúr undankappingini kortini, sigur føroyski hópurin
12.09.2022 - 19:01

Tær ætlaðu sær meira, men síðsti dysturin í EM-undankappingini endaði við vónbroti.

Føroyska flogbóltslandsliðið tapti 3-0 ímóti Kroatia á Hálsi í Havn, og avrikið var einki at reypa av.

 - Eg eri slett ikki nøgdur við dystin í dag. Hetta var ein øgiliga keðiligur endi, tí vit mugu leita eftir, hvør spælari stóð seg ordiliga væl, og tíverri finna vit kanska ikki hann, sigur Kristian Mikkelsen, hjálparvenjari hjá Føroyum.

Føroyar hava tapt allar dystirnar í undankappingini - ikki óvæntað, tá hugsað verður um, at hetta er fyrstu ferð, luttikið verður - men spælið og settúrslitini vóru einki at reypa av ímóti Kroatia.

Serliga í øðrum setti gekk illa.

 - Tá kiksa tey grundleggjandi tingini. Móttøkan kiksar fyrst, og tá vit fáa hana at rigga, er tað í álopinum, at vit ikki fáa tað at rigga, sigur liðskiparin, Hilda Bolstad Mortensen.

Tey eru kortini væl nøgd við sjálva undankappingina og ætla at arbeiða hart næstu árini fyri at lyfta stigið.

 - Vit eru allar samdar um, at tað hevur verið øgiliga stuttligt at luttaka, og so eru vit ordiliga glaðar fyri einstøk sett í teimum ymisku dystunum. Vit høvdu ynskt, at botnstigið var eitt sindur hægri, men alt í alt hava vit lært nógv, sigur Hilda Bolstad Mortensen.

 - Nú skulu vit inn at arbeiða knallhart tey komandi trý, fýra, fimm árini, og síðan eiga vit at kunna bjóða av ímóti hesum liðunum - eisini teimum allarbestu í Evropa, um hesir leikararnir vilja arbeiða hart fyri tí, so tað hopa vit, sigur Kristian Mikkelsen, hjálparvenjari.


Nógv var at tosa um hjá føroysku flogbóltskvinnunum í dystinum ímóti Kroatia
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521