Rennur um kapp við tíðina

Rennur um kapp við tíðina
Liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Hallur Hansson, hevur ein skaða at dragast við, og tað er ivasamt, um hann verður við í dystinum ímóti Litava hósdagin
19.09.2022 - 17:53

Hallur Hansson rennur kapp við tíðina undan Nations League-dystinum ímóti Litava hóskvøldið.

 - Eg fekk eitt spark inn á knæið, og talan er um yvirstrekk, sigur Hallur Hansson um skaðan, sum hann fekk í dysti um vikuskiftið.

Hovna knæið er orsøk til, at miðvallarin er ivasamur til dystin í Vilnius.

Skulu hava stig

Dystirnir ímóti Litava og Turkalandi eru síðstu dystirnir í hesari Nations League-kappingini, og málið er verða verandi í C-deildini.

Í løtuni eru Føroyar fýra stig frammanfyri Litava, sum er aftast í bólkinum, og tí er plássið tryggja við føroyskum javnleiki ella sigri hóskvøldið.

 - Vit fara eftir av vinna hendan dystin, so vit í síðsta dystinum í Føroyum onkursvegna bara kunnu yvirraska, sigur Hallur Hansson.

Føroyska liðið kom til Litava í gjárkvøldið, og hevir í dag havt sína fyrstu venjing.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083