Vil hava tíggju stig

Vil hava tíggju stig
Eftir lutakastið: stigini skulu koma ímóti Moldova og Albania, men Teitur Gestsson ivast ikki í, at Føroyar eisini kunnu arga Pólland og Kekkia - serliga á heimavølli.
10.10.2022 - 18:28

Moldova, Albania, Kekkia og Pólland.

Hesi komu úr UEFA-bollanum saman við Føroyum, tá lutakast var til EM-endaspælið sunnudagin. Ein av málverjunum á føroyska landsliðnum, Teitur Matras Gestsson, heldur, at lutakastið er ikki so galið.

 - Tað er kanska ikki tað mest spennandi lutakastið fyri hyggjaran, tey sum kanska høvdu ynskt sær England ella okkurt tílíkt, sigur hann.

 - Men um hugsa verður um møgulig stig, haldi eg, at tað er nokkso spennandi. 

Vil hava tíggju stig

Sum vera man heldur málverjin, at stigini fyrst og fremst skulu koma til høldar ímóti Moldova, sum Føroyar fekk fýra stig ímóti í seinastu HM-undankapping.

 - Moldova á heimavølli er ein dystur, sum vit skulu vinna, sigur Teitur Matras Gestsson.

Fyrsti dysturin verður ikki á Tórsvølli, men í Chisinau í Moldova, og tað leggur eitt ávíst trýst á føroyingarnar.

 - Tí tað er kanska har, at vit skulu hava stigini. Vit vunnu jú á teimum á heimavølli, og tað er eitt lið, sum føroya fólk væntar, at vit vinna á, sigur málverjin.

Kekkia og Pólland skulu ikki kenna seg trygg

Stóra navnið í bólkinum hesaferð er Barcelona-framherjin, Robert Lewandowski, sum higartil hevur skotið 76 mál fyri pólska landsliðið. Saman við Kekkia er Pólland sterkasta liðið í bólkinum, men Teitur Matras Gestsson heldur ikki, at hesi skulu kenna seg trygg á Tórsvølli.

 - Eg haldi, at í øllum førum tá vit spæla í Føroyum, skulu vit altíð trúgva upp á, at vit kunnu fáa trý stig, sigur málverjin.

 - Eg veit væl, at tað kanska er órealistiskt ímoti Póllandi, men vit sóu ímóti Turkalandi, at tað ber veruliga til, um alt gongur, sum tað skal, og tað skulu vit trúgva upp á.

Teitur Matras Gestsson hevur eitt nokkso greitt mál.

 - Í øllum førum seks stig ímóti Moldova hevði verið ordiliga gott, og so eini trý, fýra stig í hinum dystunum.


Føroyar endaðu í bólki E saman við Póllandi, Kekkia, Albania og Moldova
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286