VIDEO:Tórshavnar Big Band hátíðarheldur 50 ára dagin við upptøku og konsert

VIDEO:Tórshavnar Big Band hátíðarheldur 50 ára dagin við upptøku og konsert
Hátúni í Tórshavnar musikkskúla er í løtuni karmur um upptøkur hjá Tórshavnar Big Band av átta nýggju føroyskum verkum, sum eru við til at skilmarka 50 ára stovningardagin
Bjarni Árting Rubeksen
Tórshavnar Big Band hátíðarheldur 50 ára dagin við upptøkum í Hátúni í Tórshavnar musikkskúla
13.10.2022 - 06:00

Í ár eru 50 ár liðin síðani Tórshavnar Big Band spældi sína fyrstu konsert. Tað var í 1972 undir leiðslu av Brandi Øssursyni. 

Tórshavnar Big Band hátíðarheldur 50 ára dagin við konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. 

50 ára dagurin verður eisini hildin við, at Tórshavnar Big Band í løtuni tekur átta nýggj føroysk verk upp í Hátúni í Tórshavnar musikkskúla. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Vilja stimbra

Verkini blivu skrivað til eina verkakapping, sum Tórshavnar Big Band útskrivaði í 2020. 

Høvuðsendamálið við kappingini var at stimbra føroyskan tónleik og føroyska tónleikaframleiðslu.

Harumframt ynskti orkestrið eisini fáa fleiri løg við sangi til orkestrið at spæla.

Krøvini til verkini vóru millum annað, at tað ikki hevði verið framført áður, at tað skuldi vera millum tríggjar og fimm minuttir til longdar, at verkið skuldi vera við sangi, og at teksturin skuldi vera á føroyskum, antin tøkutekstur ella upprunatekstur.

 

Magnus og Dania vunnu

Fyrstu heiðursløn upp á 30.000 krónur vunnu Magnus Johannessen, tónaskald, og Dania O. Tausen, rithøvundur, fyri verkið "Buksurnar á". 

Aðru virðisløn upp á 15.000 krónur fekk verkið "Burtur" hjá Herlufi Lützen, tónaskaldi, og Kinnu Poulsen, rithøvundi. 

Triðju virðisløn upp á 5.000 krónur fekk verkið "Nýggjar árið" hjá Rógva á Rógvu. 

 

Tey átta verkini, sum komu inn til verkakappingina hjá Tórshavnar Big Band:

"Tornarunnir Tankar"
Tónaskald: Magnus Johannessen / Rithøvundur: Dania O. Tausen

"Buksurnar á"
Tónaskald: Magnus Johannessen / Rithøvundur: Dania O. Tausen (1. virðisløn)

"Nýggja árið"
Tónaskald: Rógvi á Rógvu / Rithøvundur: Rógvu á Rógvu (3. virðisløn)

"Sólsetur"
Tónaskald: Andras S. Olse & Páll Sólstein / Rithøvundur: Janus Djurhuus

"Skutarin"
Tónaskald: Atli K. Petersen / Rithøvundur: Marita Petersen

"Manarin"
Tónaskald: Heðin Z. Davidsen / Rithøvundur: Hans Jacob Kollslíð

"Burtur"
Tónaskald: Herluf Lutzen / Rithøvundur: Kinna Poulsen (2. virðisløn)

"Vælkomin heim"
Tónaskald: Ólavur Gaard / Rithøvundur: Martin Joensen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120