Blái Krossur: ávarar ímóti linari rúsdrekkalóggávu

Blái Krossur: ávarar ímóti linari rúsdrekkalóggávu
Lættari atgongd til rúsdrekka gevur størri nýtslu, sigur Blái Krossur, sum ávarar ímóti linari lóggávu á rúsdrekkaøkinum.
29.12.2022 - 18:31

Um fólk fáa lættari atgongd til rúsdrekka, veksur nýtslan eisini. Tað sigur Blái Krossur, sum ávarar ímóti ætlaðu broytingunum á rúsdrekkaøkinum.

Sambært nýggja samgonguskjalinum skulu bryggjarí fáa loyvi at selja alla sína vøru, eisini hana, sum hevur eitt alkoholinnihald omanfyri 5.8 prosent á egnum sølustøðum uttanum Rúsdrekkasølu Landsins.

Hetta tekur Blái Krossur ikki undir við.

 - Vit halda ikki, at mann skal liberalisera. Um vit hyggja at grannalondum okkara Íslandi og Norra, síggja vit, at tey hava eina líknandi skipan, sum vit hava í Føroyum, sum er tálmandi, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari í Bláa Krossi.

 - Vit vita, at betri atkoma gevur meira nýtslu, og um tú skalt selja, skalt tú reklamera, og tað kemur at geva størri sølu, og tað taka vit ikki undir við, sigur aðalskrivarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597