Landsliðsliðskipari til HB

Landsliðsliðskipari til HB
Eftir 15 ár í útlegd, skiftir liðskiparin á landsliðnum, Viljormur Davidsen, nú til HB. - Ítróttarligu málini hjá felagnum hóska væl saman við mínum, sigur nýggi HB-bakkurin
Høgni Berg/HB
Páll Mohr Joensen, formaður í HB, og Viljormur Davidsen
05.01.2023 - 18:00

Liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Viljormur Davidsen, skal spæla við HB.

In.fo skrivaði um hálvan desember, at landsliðsbakkurin fór at skriva undir sáttmála við stórfelagið í Havn, og nú er skiftið alment.

 - Eg havi havt okkurt (tilboð, red.) uttanlands og okkurt í Føroyum eisini, men nú velji eg at koma heim, sigur Viljormur Davidsen við Kringvarpið. 

Viljormur Davidsen hevur spælt uttanlands í 15 ár, seinast í svenska felagnum, Helsingborgs, har hann var liðskipari, og bakkurin er ikki komin heim fyri at hugna sær.

 - Vit skulu vinna so nógvar dystir sum gjørligt og fara eftir at vinna FM og vera tað besta liðið í landinum. Eg vil fegin koma heim at vinna okkurt og spæla væl, so eg kann halda fram á landsliðnum, sigur Viljormur Davidsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744