Álopsessið spælir ikki aftur í ár

Álopsessið spælir ikki aftur í ár
Ein av bestu flogbóltsspælarunum í Føroyum síðstu árini, Vukasin Nedejlkovic úr ÍF, hevur slitið krossbandið, og verður ikki at siggja aftur á vøllinum hetta kappingarárið
06.02.2023 - 10:04

Tað var í heimadystinum ímóti SÍ, at Vukasin Nedejlkovic lendi illa eftir smasj.

 - Eg lendi á vinstra beininum, og knæið fór úr lið. Eg endaði á sjúkrahúsinum, og røntgenmyndirnar sóu gott út, greiðir Vukasin Nedejlkovic frá.

Seinni er MR-skanning kortini gjørd, og hon vísir, at krossbandið er slitið.

Um nakrar vikur skal álopsessið hjá ÍF undir skurð í Keypmannahavn, og síðan bíðar hørð uppvenjing. Hann verður tískil ikki aftur á vøllinum hetta kappingarárið.

 - Tíverri er hetta kappingarárið liðugt fyri mítt viðkomandi. Fyrst hugsaði eg, at eg kanska kundi røkka eini tveimum ella trimum dystum, men eftir MR-skanningina var greitt, at eg ikki fái spælt aftur í ár. Men eg verði klárur til næsta kappingarár, sigur Vukasin Nedejlkovic.

Hann ætlar sær kortini at vera við í hópinum til dystirnar.

 - Um ikki annað kann eg heppa og kanska koma við góðum ráðum í steðgum og ímillum settini, sigur Vukasin Nedejlkovic.

Ein annar týðandi spælari hjá ÍF, Bjarni Larsen, harmast um støðuna, og ivast ikki í, at útlitini hjá ÍF hetta kappingarárið eru versnaði munandi.

 - Hann er ein tryggur móttøkuspælari og stuðlar øðrum spælarum væl, og at missa ein lyklaleikara í eini tílíkari støðu ger tað øgiliga tungt, sigur Bjarni Larsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. januar
Morgunlestur leygardagur 17.januar 2026
202446
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610