- Tíðindi, mentan og ítróttur
Liðskiparin: Við hepni og "coolness" høvdu vit økt til 3-1
Viljormur Davidsen hátíðarhelt sín 97. landsdyst við sínum áttanda landsliðsmáli, tá Føroyar spældu 2-2 javnleik í Nations League-dystinum ímóti Slovakia í Kosice.
Liðskiparin javnaði til 1-1 frá brotssparksblettinum, og sum so mangan var verjuspælarin ísakaldur við vinstra beinum. Hann helt kortini, at um hepnið og høvdið var við í bara eitt sindur størri mun, vunnu teir dystin.
- Vit koma til kjansir og fleiri kontrastøður, har teir satsa øgiliga nógv, og við eitt sindur meir hepni og coolness høvdu vit lagt okkum framum 3-1 og avgjørt dystin, segði Viljormur Davidsen.
Slovakar skoraðu tíðliga eftir innleggtil handaru stong, áðrenn Jákup Biskopstø vann Føroyar eitt brotsspark eftir VAR-dóm. Beint eftir steðgin legði Áki Samuelsen útiliðið framum, og stutt eftir rakti Petur Knudsen tvørtræið eftir kontra.
Slovakia javnaði, áðrenn Poul Kallsberg eisini rakti málrammuna, og so endaði tað við javnleiki, sum merkti, at heimaliðið hevur tryggjað sær fyrsta pláss, meðan Føroyar skulu vinna á Moldova mánadagin.
- Tað er stuttligt, og eg vil heita á áskoðarar um at koma at stuðla okkum, so vit fáa eitt brak av einum dysti á Tórsvølli mánadagin, segði Viljormur Davidsen.
Kringvarpið vísir dystin mánadagin og byrjar at senda klokkan 14.00.






















