VIDEO: Fyrsta symfoniin hjá Tróndi Bogasyni verður framførd leygarkvøldið

VIDEO: Fyrsta symfoniin hjá Tróndi Bogasyni verður framførd leygarkvøldið
Í annaðkvøld fer Føroya Symfoniorkestur at hátíðarhalda sín 40 ára stovningardag við stórari jubilæumskonsert. Á skránni er millum annað fyrsta symfoniin hjá Tróndi Bogasyni
Bjarni Árting Rubeksen
Føroya Symfoniorkestur verður undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson, tá orkestrið í annaðkvøld frumframførir fyrstu symfoniina hjá Tróndi Bogasyni
17.03.2023 - 14:50

Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri er í ár eisini ein jubilæumskonsert. 

Tað eru nevniliga 40 ár síðani, at Føroya Symfoniorkestur var sett á stovn, og tað verður feirað í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, leygarkvøldið. 

Í sambandi við 40 ára hátíðarhaldið bílegði Føroya Symfoniorkestur ein symfoni frá Tróndi Bogasyni. 

Hetta er samstundis fyrsta symfoniin, ið føroyska tónaskaldið hevur skrivað, og tí er talan um eitt serligt kvøld í annaðkvøld, tá symfoniin verður frumframførd. 


Tróndur Bogason, sum her sæst saman við konuni Eivør Pálsdóttir, verður sjálvandi hjástaddur í annaðkvøld, tá hansara fyrsta symfoni verður frumframførd. (Mynd: Finnur Justinussen/leit.fo)

 

Symfoni nr. 1 og 2

Talan er eisini um eina serliga symfoni. Sum heitið á verkinum rør framundir, er talan í veruleikanum um tvær symfoniir, sum verða framførdar í senn.

Tann fyrra, Symfoni nr.1, tekur støði í wienarklassiska stílinum við einum lívligum 1. satsi í A-dur, einum friðarligum 2. satsi, eini Scherzo og eini Finalu.

Symfoni nr. 2 er meira nútímans og er kanska í ein ávísan mun heldur ein antifoni enn ein symfoni.

Talan er sostatt um tvey sera ymisk tónarúm, sum møtast og í felag skapa eitt triðja tónarúm, Symfoni nr. 1. og 2.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860