Kjartan og Vilhelm: Vit eru klárir til Ukraina

Kjartan og Vilhelm: Vit eru klárir til Ukraina
Lámu bakkarnir, Vilhelm Poulsen og Kjartan Johansen, hava verið skaddir, men eru við í hópinum til komandi dystirnar. Nú skulu teir prógva fyri venjaranum, at teir eru klárir
24.04.2023 - 18:45

Teir báðir lámhentu bakkarnir á føroyska hondbóltslandsliðnum, Vilhelm Poulsen og Kjartan Johansen, hava báðir verið leingi uttanfyri við skaða.

Báðir eru við í hópinum til avgerandi landsdystirnar ímóti Ukraina og Eysturríki, og nú fyrri dysturin nærkast, siga teir seg vera til reiðar at spæla, um boð verða eftir teimum.

 - Eg havi verið skaddur í góðar fýra mánaðir, og eg byrjaði at venja við aftur fyri eini tveimum, trimum vikum síðan. Eg spældi ein dyst í síðstu viku, og eg føli meg kláran aftur, sigur Vilhelm Poulsen, sum umboðar Lemvig-Thyborøn.

 - Eg náddi tíbetur at fáa tríggjar dystir við, áðrenn vit vórðu útslidnir í norsku kappingini, og tað er batnað síðani, og eg havi fingið vant upp, so eg føli meg rættiliga fit for fight, sigur Kjartan Johansen úr Bækkelaget.


Skulu vísa seg fram

Bakkarnir til høgru vórðu tiknir við í hópin nakað eftir almennu úttøkuna, og óvissan, sum er knýtt at teirra kroppsligu venjing, ger, at Peter Bredsdorff-Larsen heldur eitt vakið eyga við teimum til venjingarnar.

Ongin ivi er kortini um, at um teir fáa spælt, styrkja teir um liðið í báðum endum. 

 - Síðan síðst er Kjartan komin aftur á vøllin, og hevur spælt nakað fyri Bækkelaget, og eg sá sjálvur Vilhelm spæla steypadyst hósdagin, og teir eru báðir á veg. Teir eru ikki í toppformi, men báðir kunnu á hvør sín hátt hjálpa til við spennandi dygdum ímóti Ukraina, sigur Peter Bredsdorff-Larsen.

Fyri teir báðar, hevur dysturin sera stóran týdning.

 - Tað merkir øgiliga nógv. Hetta er tað, vit spæla uttanlands fyri. At spæla fyri Føroyar, staðfestir Vilhelm Poulsen.

 - Nú sat eg og hugdi seinast, tá teir vunnu á Rumenia á heimavølli. Tað var bæði við gleðistárum og tí øvugta, tí mann sat í Oslo og hugdi í staðin fyri at vera við, sigur Kjartan Johansen.

17 spælarar eru við í hópinum, og bert 16 sleppa á dómaraseðilin. Tað ber til at skifta út ímillum dystirnar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862