Landsstýriskvinnan: Raðfesta onnur øki enn serlæknapuljuna

Landsstýriskvinnan: Raðfesta onnur øki enn serlæknapuljuna
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur tó, at verður peningur tøkur, fer hon at seta teir av til serlæknapuljuna
Einki er játtað til serlæknapuljuna næsta ár, tí landsstýriskvinnan hevur avgjørt av raðfesta onnur øki í Sjúkrahúsverkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.10.2026 - 14:50

Tað hevur vakt ans, at eingin peningur er settur av á fíggjarlógini næsta ár til serlæknapuljuna í Sjúkrahúsverkinum.

Læknafelagið hevur rópt varskó, og hevur víst á, at serlæknapuljan hevur síðani 2017 verið við til at fíggja 19,5 serlæknastørv.

Og tørvur er framvegis á serlæknum. 

Í frágreiðingini “Tørvurin á serlæknum í føroyska heilsuverkinum”, sum Heilsumálaráðið gav út í 2024, var mælt til at økja talið av normeraðum serlæknastørvum í Sjúkrahúsverkinum úr 68 upp í 121.

 


Ragnar Djurhuus Hammer. 

 

Játtanin í fjør var slakar fýra milliónir, men næsta ár verður hon flutt til vanliga raksturin at fíggja longu sett størv. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har samrøða eisini er við Ragnar Djurhuus Hammer, formann í Læknafelagnum:

 

06102026_Ragnar_og_Laeknafelagid

 

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at hon hevur avgjørt at raðfesta onnur øki enn serlæknapuljuna næsta ár. 

Talan er m.a. um akutta tilbúgving í sambandi við barnsburðar- og narkosu, peningur er settur av til krabbameinsøkið og royndarverkætlan í Suðuroy um endurvenjing, og peningur er eisini settur av til berarakanningar.

 


Eyðdis Hartmann Niclasen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Landsstýriskvinnan sigur, at verður peningur tøkur, verður hann settur av til serlæknapuljuna.

Hoyr samrøðu við Eyðdis Hartmann Niclasen, sum var gestur í útvarpsstovuni: 

06102026_Eyddis

 

Serlæknapuljan er ein serstøk játtan á fíggjarlógini.

Hon kann brúkast til at seta serlæknar í starv í eini knappari vending uttan at skula finna fígging ella eykajáttan. 

Serlæknapuljan hevur síðani 2017 verið við til at fíggja 19,5 serlæknastørv. Eitt nú hjartalækna, lungnamedisinara, ortoped og psykiatara. 

Endamálið við serlæknaskipanini er at fáa fleiri serlæknar til Føroya og varðveita teir her. 

Í 2024 mælti ein arbeiðsbólkur hjá Heilsumálaráðnum til, at játtanin til serlæknapuljuna hækkaði, tí skipanin virkaði so mikið væl. 

Og tøvurin á serlæknum í Føroyum sær út til at vera stórur. Í fjør segði Ragnar Djurhuus Hammer, formaður í Læknafelagnum, at tað manglaðu 50 serlæknar í Føroyum. 

Í 2025 vóru 5 milliónir í serlæknapuljuni, í ár minkaði puljan niður í slakar fýra milliónir, og í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi á er ongin serlæknapulja. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485