Glottar at hóma ímóti Lettlandi

Glottar at hóma ímóti Lettlandi
Hóast allir tríggir heimadystirnir hjá flogbóltslandsliðnum við monnum endaðu við 3-0 tapið vóru glottar at hóma ímóti Lettlandi sunnudagin, halda venjarin og hevarin
05.06.2023 - 18:31

Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum tapti allar tríggjar dystirnar í Silver League, sum vórðu spældir í Føroyum síðstu vikuna. 

Bæði heima- og útidysturin ímóti Kýpros, sum báðir vórðu spældir í Føroyum, endaðu við greiðum 3-0 tapum. Seinasti dysturin, sum varð spældur ímóti Lettlandi sunnudagin, endaði eisini 3-0, men glottar vóru kortini at hóma, halda venjarin, Boban Ilic og royndi hevarin, Thorvald Danielsen. 

Silver League dystirnir, menn:

Føroyar - Kýpros: 0-3 (22-25, 15-25, 19-25)
Kýpros - Føroyar: 3-0 (25-19, 25-15, 25-15)
Føroyar - Lettland: 0-3 (17-25, 16-25, 16-25)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161