Rørdur Nikkel fór avstað við gullinum

bannari
Rørdur Nikkel fór avstað við gullinum
Nikkel Petersen hevði ilt við at seta orð á, hvussu glaður og errin hann var av oyggjaleikagullinum í compound-bogaskjóting
12.07.2023 - 17:19

Bert ein føroyingur rakk finalunum í einstaklingakappingini í bogaskjóting í dag.

Tá tað er sagt, steðgaði eingin Nikkel Petersen, sum vann 135-130 á Rhys Moore av Isle of Man.

Beinrakni skjúttin var rørdur og hevði ilt við at seta orð á eftir oyggjaleikagulli.

 - Hetta hevur ligið á herðunum nú í eina tíð, og nú skuldi tað verða, segði Nikkel Petersen.

 - Nervarnir vóru í topp, øgilig hjartapumpan og nógvur vindur.

Hetta var fjórða gullið hjá bogaskjúttunum í hesum Oyggjaleikunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040