Gamlir maratonkenningar komu at hitta Absalon

bannari
Gamlir maratonkenningar komu at hitta Absalon
Tveir Guernseybúgvar, sum runnu maraton á Oyggjaleikunum í Føroyum í 1989, komu á bogaskjótibreytina at hitta mannin, sum smurdi teir av ta ferðina, nevniliga Absalon Hansen
14.07.2023 - 12:09

Teir komu á lagið beinanvegin.

Tá Absalon Hansen fekk vitjan av tveimum Guernseybúgvum, sum hann vann á í maratonrenningini á Oyggjaleikunum í Føroyum í 1989, var tað sum at síggja vinmenn hittast.

Absalon var ikki liðugur at pakka bogan niður eftir lokna kapping, tá Peter de Bertrand og vinmaður hansara komu á bogaskjótibreytina at heilsa upp á mannin, sum smurdi teir av á teininum av Selatræð til Toftir fyri 34 árum síðan. 

Hann hevði ikki havt samband við teir hesi árini yvirhøvur, men kendi Peter de Bertrand aftur, og prátið gekk listuliga teirra millum. 

 - Eg hugdi at vegsúkklingini hin dagin og tosaði við ein føroyskan miðlamann. Hann spurdi, hvat eg hevði gjørt í Føroyum (í 1989, red.), og eg segði at eg rann maraton. Eg segði, at tað var einastu ferð, at maraton var runnið (á Oyggjaleikunum, red.) og einasta grundin var, at Føroyar høvdu hendan frálíka rennaran, Absalon Hansen, hvørs navn eg ongantíð havi gloymt. Hann svarar mær so og sigur, at "hann er á bogaskjótibreytini", greiðir Peter de Bertrand frá.

 - Eg hugsi so, at eg má fara framvið at hitta hann.


Minniligt maraton

Oyggjaleikirnir í Føroyum vóru drúgvir, og Peter de Bertrand og hinir báðir maratonrennararnir úr Guernsey mátta taka frí uttan løn í eina viku, fyri at tað skuldi lata seg gera at vera við.

 - Vit søgdu við hvønn annan: "Eg hopi, at hetta verður vert tað", men tá vit komu fram og vandu framvið sjónum, søgdu vit, at "hetta er frálíkt", men leggur afturat, at teir fingu eitt sindur av sveitta á enni, tá teir sóu fjøllini og vøtnini rundan um flogvøllin í Vágum.

Bæði Absalon og Peter minnast, at startskotið á Selatræð var seinkað, tí ein rennari var ov seinur.

 - Vit vóru á startlinjuni og bíðaði eftir at ein hetlendingur skuldi koma við báti, flennir Peter de Bertrand.

 - Hann var nakað seinur á veg, men hann bleiv so stimaður úr Hósvík til Selatræðar. Hann kom so beint úr bátinum til startskotið, og so fóru vit avstað, sigur Absalon Hansen.


Stóra løtan á toftakaj

Tveir tímar og 35 minuttir seinni kom Absalon Hansen á mál á Toftum, og tann løtan stendur framvegis klár í minninum.

 - Tað var øgiliga stuttligt, tí tað var uppbakningur allan vegin. Serliga, tá vit komu út í Runavíkina og út á Toftir. Flakafólk og tey á Bakkafrost stóðu øll úti á vegnum á klappaðu, og mann kendi tey flestu, sigur fyrrverandi rennarin og núverandi bogaskjúttin.

 - Eg kendi meg væl, og tað er kanska tann størsta upplivingin eg nakrantíð havi havt.


Absalon Hansen á Toftum beint eftir, at hann hevur vunnið maratonrenningina á Oyggjaleikunum í Føroyum í 1989.


Her síggjast tíðirnar í maratonrenningini av Selatræð til Toftir. Absalon Hansen eigur framvegis føroyska metið í maraton. Tað setti hann í Hamburg eitt ár frammanndan við tíðini 
2.27,53.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477