1984: Tá Jørgen Niclasen bleiv "heimskendur" av at syngja Diggi-Loo

1984: Tá Jørgen Niclasen bleiv "heimskendur" av at syngja Diggi-Loo
Flestu luttakararnir í sangkappingini Ársins Songlerkur 1984 syngja Guardian Angel. Uttan tveir sørvingar, sum blivu landskendir, tí framførslan bleiv víst í sjónvarpinum.
23.01.2024 - 09:30

Tónleikur og tónleikaframførslur fyltu nógv beinanvegin, tá Sjónvarp Føroya byrjaði at senda.

Fleiri sjónbandaløg vórðu gjørd í Vørðsluni, har stovnurin helt til í Havn.

Sjónvarpið tók eisini upp konsertir. Eitt nú sangkappingina Ársins Songlerkur, sum varð hildin í Ítróttarhøllini í Runavík hetta árið.

Jørgen Niclasen sang Diggi-Loo Diggi-Ley

Talan var um eina karaoke-kapping, har luttakararnir skuldu leggja rødd til eitt kent instrumentalt lag.

Nøkur løg vóru at velja í. Tey flestu valdu at syngja Guardian Angel.
Men tveir sørvingar - annar Jørgen Niclasen - valdu at syngja Diggi-Loo Diggi-Ley, sum Herreys høvdu framført til Eurovision-sangkappingina sama árið.

Sørvingar høvdu granskað dansistigini hjá Herreys; men teir høvdu eisini lagt nøkur stig afturat.

Sørvingarnir blivu nummar tvey; men kortini blivu teir "heimskendir", tí Sjónvarp Føroya sendi sangkappingina.

 

Seinni partur av 1984 verður sendur hóskvøldið eftir Dag og Viku.

Fyrri partur sæst her: 1984 (1:2)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. august
Marjun Syderbø Kjelnæs
178897
Mikudag 14. august
Morgunlestur mikudagur 14. august 2024
179078
Týsdag 13. august
Minibarrin - 90'ini í poppi og hendingum
176763
Týsdag 13. august
Musikkstevnan 2024 í Fuglafirði (2:2)
179157
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179206
Týsdag 13. august
Eg noyðist at lurta
179189
Týsdag 13. august
Veðrið
179177
Mánadag 12. august
Hin rusuti á Aconcagua (7:10)
177967
Fríggjadag 9. august
Veðrið
179049