Traðka út í tað ókenda

bannari
Traðka út í tað ókenda
Nervarnir byrja at merkjast, nú EM-endaspælið í hondbólti bert er fáar dagar burtur, sigur føroyski høgri vongurin, Hákun West av Teigum. - Men vit eru væl fyrireikaðir
Føroyar spæla í Berlin, har Hákun West av Teigum til dagligt umboðar Füchse Berlin
08.01.2024 - 10:58

Tá Hákun West av Teigum týsmorgunin setir seg í flogfarið við kós ímóti Berlin, flýgur hann í roynd og veru heim.

Tað er jú í týska høvuðsstaðnum, at føroyski vongurin spælir og livir sítt gerandislív, men upp á allar aðrar mátar er talan um eina ferð út í tað ókenda fyri Hákun og liðfelagarnar á føroyska hondbóltslandsliðnum

 - Eg veit faktiskt ikki ordiliga, sigur Füchse Berlin-vongurin og ristir eitt sindur við høvdinum. - Tað einasta, eg kann samanbera tað við, er tað, sum vit hava roynt við U20 og U21-landsliðnum. Vit hava spælt bæði EM og HM, men eg veit eisini, at tað kann ikki samanberast. Tað er eitt heilt annað trýst og uppmerksemi frá hondbóltsheiminum, greiðir Hákun West av Teigum frá.


Savna okkum um spælið

Føroyska hondbóltslandsliðið hevur vant og verið saman síðan beint eftir jól. Hondbóltsvenjingarnar hava fylt mest, sjálvandi, men føroyingarnir hava eisini tikið sær tíð til at vitja stuðlar og skúlar. Á Skúlatrøð í Klaksvík - mitt í fótbóltslandi - mundu teir ikki sloppi avstað aftur, og í dag ber aftur til hjá fólki at heilsa upp á landsliðsspælararnar í høvuðssætinum hjá Bank Nordik í Havn.

Tað er eyðsæð, at hondbóltsfepurin er í hæddini, men spælararnir mugu halda høvdið kalt og savna seg um sjálvt spælið, tá teir bresta saman við Slovenia á Mercedes Benz-Arena hósdagin, sigur Hákun West av Teigum.

 - Teir eru nakrir stórir og tungir spælarar, eitt klassiskt balkan-lið, og um vit ikki eru 100 prosent klárir - serliga í verjuni - so verða vit blástir um koll, sigur Hákun West av Teigum.

 - Vit mugu nokk spæla okkara besta verjudyst higartil. Tað mugu vit sjálvandi eisini ímóti Norra og Póllandi, men í løtuni fokusera vit upp á Slovenia.

Sí samrøðu við Hákun West av Teigum omanfyri

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674