- Tíðindi, mentan og ítróttur
Roðin fer at undirvísa fyritøkum og stovnum í demensi
Roðin fer at undirvísa fyritøkum og stovnum í demensi
Byrjað verður at undirvísa á Skála, og ætlanin er síðani at fara víðari til aðrar bygdir í samstarvinum hjá Roðanum

Eysturoyar røktar- og ellisheim er partur av Roðanum, sum nú fer at undirvísa i demensi.
Mynd: FM1
30.10.2026 - 13:47
Eldrasamstarvið Roðin fer nú at undirvísa fyritøkum, stovnum og áhugafeløgum í demensi.
Demens er ein sjúka, sum ikki altíð sæst á fólki. Tað kann tí verða trupult hjá øðrum at skilja atburðin hjá teimum, sum liva við sjúkuni.
Byrjað verður at undirvísa á Skála, og ætlanin er síðani at fara víðari til aðrar bygdir í samstarvinum hjá Roðanum.
Roðin er eldrasamstarv millum Runavíkar kommunu, Nes kommunu og Sjóvar kommunu, og fevnir um 23 bygdir.
Unn Justinussen er leiðari fyri demenstænastuna hjá Roðanum.
Hoyr innslag í úvarpstíðindunum:
30102026_Rodin_og_demensur
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























