Vilja vinna á hinum smátjóðunum

Vilja vinna á hinum smátjóðunum
Føroyska badmintonlandsliðið er farið undir Small States kappingina, sum er í Føroyum. Málið er at kappast um heiðursmerki - helst gullið
30.10.2026 - 18:00

Føroya bestu badmintonspælarar vilja prógva, at teir eru frammanfyri aðrar smátjóðir, nú Small States kappingin er byrjað á Hálsi í Havn.

Átta lond bjóða av - millum annað Ísland og Grønland - men føroyingarnir eru avgjørdir og fara eftir gullinum.

LES EISINI: Føroyar blástu Gibraltar umkoll

Føroyski hópurin, sum telir 14, er sterkur, og legði fyri sum eitt óløgi fríggjamorgunin, tá Gibraltar legði rygg til 5-0 stórtap.

Ísland, sum er triðja liðið í føroyska bólkinum, hølvaði eisini Gibraltar av, og tí er lagt upp til spennandi bólkafinalu fyrrapartin í morgin, tá Føroyar og Ísland bresta saman á Hálsi í Havn.

Bæði liðini hava tó tryggjað sær luttøku í miðumfarinum, har seks lond skulu kappast um tey fýra hálvfinaluplássini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717