Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ættleiðingarmálið: Kári ivast í sínum uppruna
Ættleiðingarmálið: Kári ivast í sínum uppruna
Kári Annand Berg varð ættleiddur úr India til Danmarkar í 1973. Higartil hevur søgan altíð verið, at hann var foreldraleysur, men møguliga er veruleikin ein annar.
25.01.2024 - 20:01
Kári Annand Berg er 52 ára gamal, og hann býr í Havn við børnum sínu og konu síni.
Tá Kári var smádrongur, var hann ættleiddur úr India til Danmarkar, har hann kom at búgva hjá sínum føroysku foreldrum.
Heimildarsending broytti alt
Søgan hevur altíð verið hon, at Kári var foreldraleysur sum smábarn. Men nú ættleiðing av álvara hevur verið í brennidepilinum í donsku miðlunum, eitt nú við nýggjastu heimildarrøðini hjá DR "Det store adoptionstyveri", byrjaði Kári at ivast í, hvør søgan hjá honum veruliga var.
Í heimildarrøðini verður fortalt um ein mann, sum segði seg vera ein pastor og vildi hjálpa sperdum familjum við at hava børn teirra til umlætting. Foreldur sendu í góðari trúgv børnini hjá sær til mannin, men tá tey komu aftur eftir børnunum, vóru tey ættleidd burtur - fullkomiliga uttan samtykki frá foreldrunum.
"Eg og konan hugdu eftir sendingini fyri at síggja eitt sindur meira um málið. Men nú síggi eg eitt navn í sendingini, sum eisini stendur í mínum pappírum", sigur Kári Annand Berg.
Tí er Kári nú farin av ivast í sínum uppruna, og um hann kanska er ein av teimum børnunum, sum, eins og víst var í heimildarrøðini hjá DR, vóru stolin og ættleidd til onnur lond.
"Er hetta møguliga mamma mín?"
Eitt annað av ættleiðingarskjølunum, sum Kári eigur, er ein mynd av sær við einari kvinnu, sum skuldi eitast at ansa eftir honum sum smádrongur.
"Nú eri eg farin at hugsa, um hetta veruliga var ein kona, sum ansaði eftir mær ella ikki. Tí nú, tá eg havi fingið børn, so haldi eg, at eg og børnini hjá mær líkjast henni", sigur hann.
Myndin av Kára sum smádrongur
Hevur møguliga fleiri systkin
Kári fór tí á Facebook at fregnast, har hann er limur í einum bólki fyri fólk, sum eru ættleidd úr India. Her legði Kári eisini myndina. Og so komu viðmerkingarnar.
Millum annað komu boð frá einari konu, sum eisini hevur mynd við somu kvinnu. Og nú er so spurningurin, um Kári og hendan kvinnan møguliga eru systkin, og um kvinnan á myndini møguliga er mamma teirra.
Innslag við Kára Annand Berg var at síggja í Degi og viku i kvøld, og tað kann eisini síggjast omanfyri. Fríggjadagin verður longri samrøða við Kára Annand Berg í Breddanum.
Øll ættleiðing steðgað
Ættleiðingarmálið kemur undan kavi, júst sum øll ættleiðing til Danmarkar og harvið eisini Føroyar er steðgað.
Føroyar hava eina avtalu við Danmark um, at allar fremmendaættleiðingar skulu gerast gjøgnum DIA, Danish International Adoption.
Herfyri boðaði DIA frá, at myndugleikakrøvini til ættleiðing eru herd munandi, og nøkur av gevaralondunum hava trupult við at uppfylla treytirnar. DIA sigur seg nú ikki kunna tryggja, at allar treytir verða hildnar. Ankestyrelsen, sum varðar av ættleiðingarmálum í Danmark, hevur tí valt at steðga øllum ættleiðingum, til greiða er á málinum. Og tískil vera í løtuni ongar ættleiðingar framdar.
Í innslagnum omanfyri er eisini ein samrøða við Súsonnu Nordendal, løgfrøðing á Familjufyrisitingini, sum viðger ættleiðingarstøðuna í løtuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV