Føroyska lendið er slitið

Føroyska lendið er slitið
Nógv slit sæst á føroyska lendinum. Tjóðsavnið og Miðnám í Vestmanna skipaðu í dag fyri ráðstevnu um lendisbata
22.11.2024 - 19:43

Veður og vindur slíta uppá lendið í Føroyum, men størsta slitið kemur allarhelst av biti frá seyði.

Í september 2000 leyp ein stór skriða á Syðradali, og seinastu trý árini hevur Bjørn Kalsø, bóndi á Syðradali, verið partur av verkætlanini Lendisbati hjá Tjóðsavninum.

Bjørn Kalsø sigur, at tey hava havt góðar royndir av at minka áseyðatalið.

Kolbrún í Haraldsstovu, verkætlanarleiðari í Lendisbata, heldur, at føroyingar vita ov lítið um føroysku náttúruna, og ein ráðstevna um lendisbata kann vera við til at bøta um tað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844